TIL FORELDUR
Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur heitt á Fróðskaparsetrið at gera trivnaðarkanning nú í 2023. Granskarar eru Katrin av Kák og Annika Helgadóttir Davidsen. Samskipari er Laufey H. Blaasvær. Verkætlanarleiðari, við ábyrgd fyri dátagreining, er Erla Olsen.
Kanningin fer fram í viku 9 og 10, og kunning um nær vit vitja skúlan hjá tykkara barni sæst her á síðuni.
Kanningin byggir á undanfarnar kanningar, sum eru gjørdar í 2015 og 2019, og allir næmingar í 5., 7. og 9. flokki eru bidnir um at svara.
Vit vilja gera vart við, at allir næmingar erut tryggjaðir fullan anonymitet. Tá dáturnar eru savnaðar, verða tær viðgjørdar á Fróðskaparsetri Føroya, og nýttar í einari frágreiðing. Dáturnar verða eisini brúktar í vísindaligum høpi.
Kanningin er talgild og tí mugu allir næmingar hava atgongd til net og teldu.
Vit vænta at kanningin tekur millum 20-40 minuttir.
Ynskiligt er at allir næmingar sleppa at luttaka í kanningini. Tí er umráðandi at tey møta stundisliga.
Um tú ikki vilt, at títt barn skal luttaka í hesi kanningini, verður tú biðin um at boða skúlanum frá hesum.