Um tú sært ein reyðan tekst í kanningini, sum sigur "du har lavet en indtastningsfejl", so er tað ikki tí at tú hevur gjørt nakað galið.
Tað merkir bara at tú manglar at svara onkrum spurningi.
Onkuntíð er tað bara ein spurningur á síðuni, og onkuntíð eru tað nógvir. Onkuntíð eru heilt nógvir spurningar niðureftir og tú svarar við at trýsta á ein sirkul ella ein fýrakant.
Einaferð verður tú biðin um at flyta tey nøvnini ovast sum tú brúkar mest. Hetta kann vera ringt, men tú kann royna, og um tað ikki riggar, so rætt hondina upp. So fært tú hjálp.