Allir næmingar, sum luttaka í kanningini, svara anonymt. Tað merkir at ongin - heldur ikki lærarin - veit hvat svarað verður. Vit heita á næmingar um at svara so heiðurliga og rætt sum til ber, fyri at fáa eina rætta mynd av støðuni hjá næminginum.
At øll svara anonymt merkir eisini at ongin hyggur inn í skýggjan hjá hvør øðrum. Á tann hátt virða øll anonymitetin hjá hvørjum øðrum.