Tá kanningin verður gjørd á skúlunum, vera einans okkara fólk til staðar at leiðbeina skúlanæmingunum. Undantikið eru sjálvsagt stuðlar og tulkar. Um tað er so, at tekstur skal lesast upp hart av stuðli ella tulki, vilja vit heita á skúlan um at skipa fyri einarúmi til næmingin.
Tey sum brúka CD-orð ella líknandi upplestrarskipanir verða biðin um at nýta headset, so hini ikki verða órógvað.
Tá kanningin er liðug, sita næmingarnir stillir við sína teldu og gera eitthvørt tey hava hug til og við loyvi til frá skúlanum, uttan at órógva hini. Tá øll eru liðug við kanningina, fara øll úr hølinum í senn.
Kanningin tekur millum 20-40 minuttir.